Ókeypis útberan, ella heinta í Hoyvík
Silvur.fo

Keypstreytir

Søla og levering

Tá vit hava móttikið tína bílegging og gjaldingin er góðkend, verður hon avgreidd, vanliga innan 24 tímar.

Levering

Vit bjóða ókeypis levering í Føroyum.

Tú kanst eisini heinta vøruna í Hoyvík. Ring 284030, so avtala vit ein tíð, tá bíleggingin er klár.

Skal vøran sendast uttanlands, verður flutningskostnaður roknaður sambært galdandi prísum hjá flutningsfelagnum.

Gjalding

Vit taka ímóti hesum gjaldsháttum:

  • Dankort
  • Visa
  • Mastercard
  • American Express
  • Apple Pay
  • Google Pay

Einki gjald verður lagt omaná keypið.

Gjaldingin verður trekt, tá vøran verður send.

Afturtøka

Tú hevur 14 daga afturtøkurætt frá tí degi, tú móttekur vøruna.

Fyri at fáa fulla endurgjalding skal vøran vera óbrúkt, í upprunaliga pakninginum og í sama standi, sum tá hon varð móttikin.

Keyparin rindar kostnaðin fyri at senda vøruna aftur.

Prísir

Allir prísir eru í donskum krónum (DKK) og eru íroknaðir mvg.

Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, útseldum vørum og møguligum skrivivillum.

Vit veita 2 ára garanti á allar okkara vørur.